Grind hildin til í Hvalvík

Í løtuni eru tey í ferð við at drepa grind í Hvalvík. Tað var klokkan fimm í morgun, at ein grind varð funnin uttan fyri Hósvík. Grindin svam spakuliga norðureftir.

 

Við útvarpið sigur løgreglan, at fyrsti báturin var hjá grindini klokkan seks, og at hon varð rikin norðureftir.

 

Løgreglan segði eisini við útvarpið, at talan var um einar 150 hval, og at nógvir springarar vóru uppií.

 

Grindin varð hildin til stutt fyri klokkan sjey, og eini 50 fólk vóru við í drápinum.