Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 14.09.2018 (07:49)

Grind í Hestfirði

Í morgun er boðað frá grind í Hestfirði. Tað vóru fólk, ið vóru á veg av Gomlurætt í bussinum í morgun, sum sóu grindina og boðaðu frá.

 

Veðrið er gott, og at síggja til lá grindin rættiliga still hesa løtu, tá fólk sóu hana. Grindin lá líka sum uppi í sjónum og flutti seg ikki nógv.

 

Um talan er um grindhval ella springara, er ov tíðliga at siga nakað um. Eingin bátur var hjá grindini, tá hon varð sædd, og boðað varð frá henni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her