fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 16.07.2017 (09:43)

Grind lagt beinini í Vági

Tað var ein sjáldsom sjón, ið fleiri vágbingar vaknaðu til í morgun, tí ein grind hevði lagt beinini tíðliga í morgun. Talan er nevniliga um fyrstu grind, ið hevur lagt beinini í Suðuroynni, í fýra ár.


Jaspur Vang, sýslumaður á oynni, upplýsir, at tað var um sjey tíðina í morgun, at ein grind varð funnin, og at hon bleiv rikin inn á Vág.

- Grindin varð funnin í Vágsfirði tíggju minuttir í sjey í morgun. Ein tíma og tíggju minuttir seinni var hon deyð, sigur Jaspur Vang, sýslumaður. 


Grindin taldi knapt 30 grindahvalir og 12 springarar, upplýsir sýslumaðurin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her