fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 4.2m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 17.07.2017 (15:14)

Grindaboð í Hvannasundi

Ein grind er funnin nærhendis Tjørnunes, ið er sunnanfyri Norðtoftir, og verður eftir ætlan rikin til Hvannasunds.


Heðin í Frammistovu, ið er grindaformaður í Hvannasundi, upplýsir, at tað var ein skjóttgangandi bátur, ið fann grindina fyri umleið einum hálvum tíma síðan. 


- Tá lá hon for móti landi og grindaðist, sigur Heðin í Frammistovu.


Fýra bátar eru í løtuni hjá grindini, ið grindaformaðurin metir vera í minsta lagi 70 hval.


In.fo fylgir málinum.