Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.08.2017 (19:11)

Grindaboð í Suðuroy í kvøld

Fyri einum tíma síðani varð boðað frá, at ein grind lá stutt úr landið vestur úr Vágseiði. Fyri eini løtu síðani komu bátar til hana, og grindin gongur norður eftir ímóti Fámjin.

Enn tora tey ikki at meta um, hvussu stór grindin er, men vit koma aftur við fleiri tíðindum seinni.