Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 19.09.2017 (23:30)

Grindadráp í týskum sjónvarpi

Í august mánaði var eitt týskst filmslið úr sjónvarpsstøðini Arte í Føroyum og tóku upp til dokumentarin "Hvalaveiða í Føroyum: Siðvenja ella djórapínsla". Filmurin varð vístur á týsku rásini í gjár. 

 

 

Áðrenn filmsliðið kom til Føroya, settu tey seg í samband við Jens Mortan Rasmussen, sum hevur samskift nógv við útlendskar miðlar um grindadráp.

 

 

Tá filmsliðið settu seg í samband við hann, var hann av tilvild í Berlin í øðrum ørindum, og hann fór tá á fund við umboð frá Arte.

 

 

Tá liðið seinni kom til Føroya, var avgjørt, at filmurin ikki bert skuldi snúgva seg grindadráp, men at ein grindamaður eisini skuldi vera við og greiða frá. Eisini brúkti filmsliðið fleiri føroyingar til aðrar uppgávur, so sum at taka dronumyndir og til ferðaleiðarar. 

 

 

- Tá vit høvdu prátað eina løtu, so endaði tað við, at tey avgjørdu at gera eina dokumentarsending um meg. Nú er filmurin vístur, og eg eri ómetaliga glaður fyri, at hann vísur Føroyar á ein positivan hátt, hóast tað sum vera man eisini er nógv blóð at síggja, sigur hann.

 

 

Jens Mortan, sum hevur greitt mongum útlendskum miðlum frá um grind og grindadráp sigur, at hann ongantíð veit við vissu, hvussu upptøkurnar verða vinklaðar, men honum dámar væl, at fáa uppgávuna at siga frá.

 

 

Tá hann sigur frá, leggur hann stóran dent á, at filmsliðið sum taka upp myndir og sjónbond av grindadrápi, fáa allar partarnar av grindadrápinum við: Eisini tá grindin skal skerast upp og skiftast.

 

 

- Eg noktaði at hjálpa, um tey ikki høvdu grindabýtið og hagreiðingina við í filminum, staðfestir hann. 

 

 

- Tey síggja myndir, har tað verður stungið og skorið. Tá eg sigi mína søgu, so seti eg eitt krav, og tað er, at tey koma við til býtið dagin eftir, tí tey vita ikki, hvussu grind verður skift, og hetta hevur broytt áskoðanina hjá nógvum fólki, sigur hann.

 

 

- Tað hevur lukkast væl fyrr. Serliga við sendingini Whale Wars, sum eg eisini hevði ein leiklut í. Tað sum er umráðandi er, at vinna hjartað í kameramanninum, tí so er nógv vunnið. Filmsframleiðaran kanst tú ikki vinna, sigur hann.

 


Hann leggur afturat, at kjakið eftir at filmurin kom út hevur verið siðiligt, og hann hevur fingið onkrar spurningar frá útlendingum um grindadráp.  

 

 

Filmurin, sum er á týskum, kann síggjast her


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her