Leita á in.fo

Hallur av Rana 14.09.2018 (08:48)

Grindaformaður: Eingin grind at síggja

Fleiri bátar eru nú í Hestfirði og leita eftir grindini, ið ferðafólk umborð á bussinum til Gomlurætt sóu í morgun. Higartil hevur tó verið leitað til fánýtis. Tað upplýsir Magnus Magnussen, grindaformaður í Tórshavn, ið er umborð á einum av bátunum í Hestfirði.


- Vit eru einir fimm bátar her og leita, men her er eingin grind at síggja. Tað eru bátar úr Havn, Skopun og aðrastaðni, men eingin hevur sæð nakað enn, sigur Magnus Magnussen.


Tað vóru fólk, ið vóru á veg av Gomlurætt í bussinum í morgun, sum sóu grindina og boðaðu frá. Sum skilst lá grindin og grindaðist millum Gomlurætt og Hest, tá fólk bóru eyga við hana.


In.fo fylgir málinum


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her