Grindin er funnin

Grindin, ið fyrrapartin bleiv funnin sunnanfyri Borðoyarnesi, men slapp, er nú aftur funnin. Tað sigur Zakaris Jacobsen, ein av grindaformonnunum í Gøtu, ið nú er á veg út at hjálpa við at reka grindina. 


Tá grindin slapp fyrr í dag fóru bátar kortini út at leita og eydnaðist tað teimum at finna grindina. Karl Johansen, sýslumaður, váttar at grindin er funnin aftur, og at roynt verður at fáa hana inn á Gøtu. 


- Hon bleiv funnin sama stað sum í morgun og nú er ætlanin at reka hana inn á Gøtuvík, sigur sýslumaðurin. 


Í morgun boðaðu bátar frá, at teir høvdu sæð eina grind sunnan fyri Borðoyarnes, men áðrenn bátarnir megnaðu at koma út til hana, var hon burtur.

 

Báturin, sum fann grindina, fór víðari, tá greitt var, at hon var sloppin, men aðrir skjóttgangandi bátar fóru at leita. Vónirnar vóru góðar í góðu líkindunum í dag, og líkt er til, at tað hevur givið úrslit.