fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.3m/s

Leita á in.fo

Bátar á veg í grind

Danjal av Rana 18.08.2017 (07:59)

Grindin gongur í tveimum

Jón Johansen, grindaformaður í Tórshavn, sigur, at líkt er til, at talan er um eina hampuliga stóra grind.

- Hon gongur í tveimum, so hon er ring av vurdera, men líkt er til, at hon er hampuliga stór, sigur hann.

 

Hann sigur, at níggju bátar eru hjá grindini nú, men at fleiri eru á veg út til grindina.

- Tað gongur væl at reka grindina. Hon er hampuliga spøk, men sum sagt, so gongur hon spjødd. Tí royna vit at samla hana nú, sigur hann.

 

Grindin er nú stadd út fyri Glyvursnes.

 

Les eisini: Grind í Nólsoyarfirði


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her