Grindin hevur lagt beinini

Ein stórur bólkur slapp, meðan grindin nærkaðist Sandavági

Minst 50 hval hava lagt beinini í Sandavági. Talan var ikki um so stóra grind, sum grindaformenninir høvdu vónað at fingið á land. Grindin varð mett at vera rættiliga stór, tá hon var á veg inn, men ein stórur bólkur slapp, tá hon var komin væl ávegis.

 

- Vit mistu ein stóran bólk burturúr. Tað bleiv til umleið 50 hval, tað var tað, vit fingu burturúr, sigur Sámal Jákup Jørgensen, grindaformaður.

 

Nú verða hvalirnir sleipaðir á keiina, og ein langur dagur á sjónum hjá nógvum vágafólki heldur nú fram á keiini.

 

Seðlarnir koma út klokkan 8 í morgin.