Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.08.2017 (23:13)

Grindin í Fámjin: Seðlarnir koma út í morgin ári

Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, væntar, at seðlarnir í grindini, sum doyði í Fámjin í kvøld, koma út klokkan átta í morgin ári og tað verður við Vesturhøll í Fámjin.

 

Teir eru ikki heilt lidnir at merkja, men sýslumaðurin metir grindina til at vera einar 50 hvalir. Av tí, at teir ikki eru lidnir at merkja, dugir hann ikki at siga, hvussu grindin verður býtt.

 

Grindin varð funnin stutt úr landið uttanfyri Vágseiði klokkan seks í kvøld og tað gekst væl at reka hana til Fámjins, har hon legði beinini.