fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.8m/s

Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 16.09.2018 (13:52)

Grindin í Norðragøtu hevur lagt beinini

Grindin í Norðragøtu hevur lagt beinini. Tá alt kom til alt, vísti tað seg, at talan var um væl færri hval, enn mann helt. 

 

- Hetta er eingin stór grind. Tað mugu hægst vera einir 20 hval, sigur Zakaris Jacobsen, grindaformaður.

 

Drápið gekk skjótt og væl, og har eru nógv fólk í Norðragøtu í dag. Um 20 bátar hava verið við í rakstrinum.

 

- Drápið gekk øgiliga væl, og tað gekk skjótt fyri seg, sigur Zakaris Jacobsen.

 

Grindin varð funnin út fyri Hagaleiti við brennistøðina í Leirvík fyrrapartin. Hon gekk skjótt suðureftir, og avgerð varð tikin um at reka hana til Gøtu. Av tí at tað var so ókyrt í Syðrugøtu, varð grindin heldur hildin til í Norðragøtu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her