Grindin vil ikki gera landgongd

Væl av fólki hevur staðið og bíðað eftir grindini, og menn hava eisini staðið á sandinum klárir at taka ímóti.

Í meira enn tveir tímar hava nakrir bátar roynt at fáa ein grindabólk, sum seint í dag varð funnin inni á Sandsvág, at gera landgongd. Men, enn hevur tað ikki eydnast, og nú liggur bert ein bátur eftir hjá grindini.

 

Grindabólkurin, sum at síggja til er hampiliga stórur, hevur leingi ligið heilt inni ímóti sandinum og brotunum, sum skola upp á sandin og upp í malagrótið í Sandarfjørðuni.

 

Einir tríggir hvalir komu ta einu ferðina so langt inn í brotini í Sandarfjørðuni, at teir mest sum skolaðu upp á turt.

 

Væl av fólki hevur staðið og bíðað eftir grindini, og menn hava eisini staðið á sandinum klárir at taka ímóti. Men, í løtuni bendir lítið á, at tað fer at eydnast at fáa grindina at gera landgongd.

 

Enn eru tó ikki allar vónir sleptar. Flestu bátar eru farnir til lands, men tann eini báturin liggur framvegis eftir hjá grindini og fylgir gongdini.

 

Í løtuni er nógvur vindur, høg flóð og stór alda. Broytast útlitini og líkindini gerast betur, er hugsandi, at roynt verður aftur seinni at fáa grindina at gera landgongd.