Leita á in.fo

Savnsmynd

Sólvit Nolsø 21.08.2017 (18:00)

Grindin vísir seg at verða springarar

Grindin, ið var funning uttan Rituvík fyrr í kvøld, vísir seg í stóran mun at verða springarar.

 

Bátar liggja hjá bólkinum, men bíða verður inntil fleiri eru komnir á staðið.

 

Jacob Vestergaard, sýslumaður, sigur, at teir kannað bólkin fyri at vita um grind eisini er í.

 

Teir liggja enn uttanfyri Rituvík og fara væntandi at royna at reka bólkin tá fleiri bátar eru komnir til.