GroAqua styrkir seg á norska marknaðinum

GroAqua á Kambsdali, sum framleiðir tøkniliga útgerð til alivinnuna kring heimin, hevur keypt felagið Havida í Noregi.

Havida hevur høvuðssæti í Brønnøysund í Noregi og er ein álítandi tænastuveitari til alivinnuna í Noreg. Við sínari staðseting røkkur felagið  alivinnuni í mið- og Norðurnoreg. Felagið hevur egna menning og framleiðslu av tøkniligum loysnum til alivinnuna.

 

- Vit hava arbeitt miðvíst síðstu tvey árini við at selja okkara vørur og tænastur á norska marknaðinum, og við hesum uppkeypi fáa vit sett munandi meira ferð á hesa tilgongd. 

 

Tað sigur Suni Justinussen, stjóri í GroAqua í tíðindaskrivi í morgun.

 

- Harumframt fáa vit fleiri dugnalig starvsfólk inn í okkara toymi, sum koma at betra um tænastuna og tøkniligu menningina, bæði í Føroyum og á øðrum marknaðum, sum vit virka á, leggur hann aftrat.

 

GroAqua, sum hevur sítt høvuðssæti á Kambsdali, er heildarveitari av framkomnari tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands. Felagið leggur stóran dent á menning av loysnum, sum hjálpa alarum kring heimin við vøkstri og burðardyggari aling.

 

##med2##

 

- Í samanlagda felagnum koma omanfyri 100 dugnalig starvsfólk við servitan at arbeiða. Hetta kemur at gera okkum enn meira kappingarfør í Føroyum og á heimsmarknaðinum sum heild, sigur Suni Justinussen. 

 

GroAqua hevur virkað á føroyska marknaðinum síðan 1972, og síðstu árini er virksemið víðkað uttanlands við deildum í Skotlandi, Póllandi, Danmark og nú eisini Noregi.

 

Tað er P/F Tjaldur, sum eigur GroAqua saman við leiðsluni í felagnum.