Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (12:05)

Grøðingarprædikanturin kemur aftur til Føroya

Danski prædikumaðurin Hans Berntsen vitjar aftur í Føroyum hesa vikuna. Hann var her fyrstu ferð í 1985, og hevur síðani verið her mangar ferðir.

 

- Felags fyri øll møtini, sum hann hevur hildið hesi seinastu 33 árini er, at menniskju hava møtt Jesusi, og at onnur er vorðin grødd fyri ymiskar likamligar og sálarligar líðingar, skriva fyriskipararnir.

 

Hans Berntsen hevur vitjað kring alt landið, men hetta seinasta árið eru møtini eisini rokkin út í føroyska útjaðaran. Og soleiðis verður aftur gjørt hesaferð. Hann kemur til Føroyar í vikuni og fer at halda møtir í Suðuroy, Norðoyggjum, Eysturoy og á Streymoynni.

 

Hans Berntsen vitjaði í Føroyum í fjør, men tá vóru møtini á Viðareiði, í Klaksvík og í Leirvík. Hesaferð leitar hann sær meiri víða um landið. Mikukvøldið talar hann í Oasuni í Hoyvík, hóskvøldið í Vági og fríggjakvøldið verður møti í skúlanum á Fossánesi í Norðdepli. Leygarkvøldið talar hann í missiónshúsinum á Glyvrum, og sunnukvøldið endar møtiferðin við møti í missiónshúsinum í Kollafirði.

 

Á møtunum í fjør vórðu upptøkur gjørdar til sendingina Gud Signi Føroyar. Hesar verða væntandi vístar í Kringvarpinum seinni í ár.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her