fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.1m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 11.01.2018 (17:05)

Grønland: 24 børn bíðaðu uttanfyri vertshús

Heilsumyndugleikarnir í Grønlandi hava í sambandi við eygleiðing staðfest, at lønarútgjaldingar í alt ov stóran mun merkja drykkjuskapur hjá fólki.

Blaðið AG skrivar, at fólk hjá Heilsumálaráðnum hava eygleitt fólk í Tasiilaq, og har kundu tey staðfesta, at tá ið lønin kom á konto hjá fólki hóskvøld kl 23.00, fóru tey á vertshús.

65 fólk komu á vertshúsið um tað mundið, og eygleiðararnir taldu upp í 24 børn, sum bíðaðu eftir foreldrunum uttan fyri vertshúsið Eingin vakt var í hurðini, og tí gingu børnini eisini stundum inn á vertshúsið, skrivar AG.

Eigarin av vertshúsinum heldur, at tað er ikki teirra trupulleiki, at børn eru í nánd av vertshúsinum. Foreldrini hava ábyrgd av børnunum, og tað hevur einki við vertshúsið at gera. Í ringasta føri má løgreglan senda børnini heim, sigur eigarin við AG.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her