fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 6.2m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 13.06.2018 (15:31)

Grønland: Flaggaðu fyri deyðum prinsi

Seinastu dagarnar hevur grønlendska sjálvstýrið gjørt tvey mistøk í sambandi við flaggdagar.
Tað skrivar Sermitsiaq.

5. juni varð ikki flaggað við bygningarnar hjá Sjálvstýrinum, hóast danski grundlógardagurin er almennur flaggdagur í Grønlandi.

Hinvegin fór flaggið í húnarhátt mánadagin, sum var føðingardagur hjá Heindrikki prinsi. Men prinsurin doyði fyrr í ár, og tí er 11. juni strikaður sum almennur flaggadagur. 

Sambært Sermitsiaq hevði Ríkisumboðið í Grønlandi givið boð um, at flaggdagurin hjá deyða prinsinum var strikaður. Eitt leiðandi starvsfólk hjá Ríkisumboðnum í Grønlandi sigur við Sermitsiaq, at slík mistøk kunnu koma fyri, tá ið broytingar verða gjørdar í flaggdøgum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her