Leita á in.fo

Parið fór í egnum báti við eitt ára gamla barninum úr Aasiaat við kós móti Niaqornaarsuk seinasta mikudag.

Vilmund Jacobsen 04.12.2018 (23:08)

Grønland: Par og barn eru horvin

Mikudagin hin 28. november setti løgreglan í Aasiaat í Grønlandi leiting í verk eftir einum pari við eitt ára gomlum barni, men nú er leitingin avblást, tí einki er funnið, sum kann leiða leitingarliðið fram á tey burturblivnu.

 

Parið fór í egnum báti við eitt ára gamla barninum úr Aasiaat við kós móti Niaqornaarsuk seinasta mikudag, men tá báturin við teimum trimum ikki kom fram til grønlendsku bygdina, setti løgreglan umfatandi leiting í verk.

 

Løgreglan sigur í tíðindaskrivi í dag, at stór luttøka hevur verið í leitingini, og bæði skip, tvær tyrlur og flogfar hjá verjuni og nógv sjálvboðin hava luttikið hesar dagarnar, síðan lítla familjan loysti í bátinum í Aasiaat. 

 

- Leitað hevur verið víða um við Aasiaat, Kangaatsiaq og Niaqornaarsuk og út móti havinum, men eingi spor eru funnin eftir familjuni, sigur løgreglan, sum takkar Arktisk Kommando og teimum mongu sjálvbodnu fyri at hava luttikið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her