fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 07.11.2018 (11:22)

Grótbrotið á Glyvursnesi kann verða tann nýggi miðdepilin í Havn

Tað velduga grótbrotrið á Glyvursnesi kann verða tann nýggi, vinnuligi miðdepilin hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, sigur, at í løtuni eru tey komin í ta støðu, at tað er at kalla ikki eitt tað einasta grundstykki til vinnubygningar eftir í Havn. Tað hava verið stór ídnaðarøki á Skarðshjalla og á Karlamagnusarbreyt, men har eru eingi stykki eftir.

 

– Í roynd og veru er tað eitt luksustrupulleiki, at tað vinnuliga virksemið er vaksið so nógv, men samstundis áliggur tað okkum at útvega nýggj ídnaðarøki, sigur hann. Hann sigur, at í hesum sambandi hevur Vinnunevndin hjá býráðnum havt fund um støðuna, og har hava tey heitt á Byggi og Býarskipanarnevndina um at kanna, hvar tað ber til at leggja eitt nýtt ídnaðarøki.

 

Hugsað hevur verið um at taka ein part av økinum uppi við Stórutjørn til ídnaðarøki, men tað er ikki avgjørt enn. Men eitt pláss, sum eisini skal kannast í hesum sambandi, er grótbrotið á Glyvursnesi.

 

Sjálvur heldur Bogi Andreasen, at Grótbrotið á Glyvursnesi kann verða eitt gott pláss at leggja eitt nýtt ídnaðarøkið. Hann vísir á, at talan er um eitt risastórt økið, sum er einar 100.000 fermetrar í løtuni.

 

Harumframt er tað longu sprongt og tað krevur sostatt ikki tað stóra at gera tað byggibúgvið. Tað kann eisini skunda undir ætlanina at gera veg út á Glyvursnes. Hann skal gera fyrr ella seinni kortini, tí ætlanin er eisini at leggja golfvøll á Glyvursnesi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her