Grundarlagið til verandi Sosial varð lagt í 1978

Eftir nakrar royndir síðst í sekstiárunum og aftur miðskeiðis í sjeytiárunum, varð av álvara farið at leggja Sosialin um frá einum floksblaði til eitt tíðindablað á heysti 1978.

 

Tórfinn Smith, sum fór hesum foldum frá ígjár, var fyritaksstjóri á blaðnum. Hann heitti á tveir nýútbúnar journalistar, Jan Müller og undirritaða, Jóhann Mortensen, um at koma at arbeiða á Sosialinum við tí endamáli at leggja á tíðindabógvin av álvara. Frammanundan arbeiddi Høgni Djurhuus sum blaðmaður á Sosialinum.

 

Undirritaði hevði gjørt eina kanning um lesivanar í Føroyum. Hon lá sum grundarlag fyri, hvat blaðið skuldi leggja dent á, og hvussu tað skuldi gerast.

 

Sama heyst varð skipað fyri eini stórum haldaratiltaki kring alt landið, samstundis sum blaðið skipaði fyri einum bingoopæli, ið eydnaðist stak væl.

 

Meðan bingo-spælið var í blaðnum, vórðu umleið 5000 bløð prentað, ella tvífalt so nógv, sum upplagið var á sumri í 1978. Tá avtornaði var upplagið komið upp í 3.500.

 

Hálva hvørt ár skipaði Tórfinn Smith fyri bingospæli og spakuliga øktist upplagið tey komandi fimm árini upp í eini 6.000 eintøk. Samstundis mentist blaðið í dygd og stødd og gjørdist eitt tað mest týðandi blaðið í Føroyum.

 

Vit løgdu dent á fjølbroytt tíðindini, og tóku upp evni, sum ikki vóru so vanlig. Eitt nú viðurskifti hjá pørtum av flotanum, orkumál, umhvørvismál, aling, politiksa reportasju, alternativar vinnur og ídnað. Eisini fóru vit út kring landið, sum heldur ikki var so vanligt tá.

 

Harafturat royndu vit at fáa fleiri ummæli. Tað veri seg bóka-, sjónleika- og filmsummæli, soleiðis at Sosialurin gjørdist ein mentanarpallur.

 

Somuleiðis eggjaðu vit lesarum og føroyingum yvirhøvur til økt orðaskifti, og bóðu fólk um at skriva panelgreinir, sum vit kallaðu tað, ella kronikkir. Mong skrivaðu fyri fyrstuferð sínar viðmerkingar ella politisku greinir hesi árini í Sosialinum.

 

Hetta var ein spennandi og slóðbrótandi, men eisini ein strævin tíð. Vit innrættaðu sjálvir redaksjónshølini um kvøldarnar og um vikuskiftini. Eingin avbjóðing var ov stór hesa fyrstu tíðina. Úrslitið var eitt betri blað, sum av álvara varð tikið í álvara.

 

Sosialurin varð prentaður á Dimmalætting. Hetta var ein forðing, tí leygardagsblaðið skuldi longu latast Dimmu kl. 11 fríggjadag fyrrapart, og hetta forðaði okkum at geva blaðið út tríggjar ferðir um vikuna. Hetta kravdi orku og mangan var pulsurin høgur fram móti kl. 11. Ikki sjáldan var onkur av okkum noyddur at ringja til Dimmu og siga, at vit vóru nakrar minuttir ov seinir. Og ikki vóru teir á Dimmu blíðir.

 

Tað gjørdi, at vit fóru – eftir tveimum-trimum árum – at umhugsa at fáa okkara egnu prentsmiðju. Tá so eini hálvliðug hús vóru til keyps á Argjum, kom av álvara gongd á hesa ætlanina. Slóðari fyri hesum var Tórfinn Smith.

 

Javnaðarflokkurin átti blaðið og javnaðarfeløg kring landið skipaðu fyri bingospølum og øðrum fyri at útvega partapening. Hetta vísti ein flokk, feløg og einstaklingar, sum veruliga samstarvaðu um blaðið hjá flokkinum, hóast tað hevði flutt seg frá at vera eitt vanligt floksblað til eitt tíðindablað, men tað hevði kortini hevði eina javnaðaráskoðan, sum sást í oddagreinini. Ein áhugaverd tíð, sum vísti eitt samanhald, sum neyvan finst í dag.

 

Áðrenn Sosialurin flutti út á Argir í 1982, var Dagny Joensen komin á redaksjónina sum blaðkvinna afturat okkum trimum, Høgna, Jan og mær. Tórfinn Smith, sum var fyritaksstjóri, hevði tikið við sum blaðstjóri, tá blaðstjórin, Vilhelm Johannesen, fór í landsstýrið í 1979. Hann legði um hetta mundið frá sær, og Jan fekk starvið sum blaðstjóri. Stutt eftir gavst Tórfinn og Kristian Dahl tók við sum fyritaksstjóri. Hann var, saman við Jan, við til at menna blaðið upp aftur meira, sum nýggj tøkni eisini gav møguleikar fyri.

 

Eftir seks ár á Soslainum fekk eg starv í Útvarpinum í 1984, men tey seks árini á Sosalinum vóru áhugaverd og spennandi ár.

 

Eg ynski Sosialinum framhaldandi góðan byr!

 

Jóhann Mortensen

Fyrrverandi blaðmaður