fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Arnstein Niclasen 26.02.2018 (12:44)

Gud signi Føroyar - ein ráki í einum roki

Jú, tað er væl skiljandi, at Sjúrður Skaale (evnaligur sjónleikari og politikari) tekur at “rygg-svimja” av aftur “offurs-helluni”, sum hann bleiv skolaður upp á av “klippi-pjøssi-seansuni” undir autoriteru rannsakan SvFs í átrúnaði v. m.

 

Eg eri sjálvur hart “uppdrigin” í tílíkum trúar-dystum  – so meg skakar einki longur.

 

Lýsingar

Ó-lýsingar av kristiligum fólkum eru eitt rættiliga fortugt evni í bókmentum og filmum. Eg havi lisið mangt um hetta fyribrigdið - bæði fyri og ímóti –frá ungum av. Eg las Williamsa “Den sorte gryde” sum hálvvaksin, og nú á búnum aldri kom Carl Jóhan við sínum “Ó-søgum” – har ið eg nærum fekk heming –  av orðafloyminum (!).

 

Hinvegin hevur høvuðspersónurin í tí gomlu, svørtu bókini vituliga hugtikið og órógvað mong menniskjur um lond í tíð og tíma.

 

Og um Móðir Teresa skilti meiri um lívið og læruna hjá tí “Einsama Nazarearanum”, enn eitt nú teir samtíðar so kendu og mestsum genialu heimspekingarnir og Nobelprís-vinnararnir (og skyldmenn, forrestin) Albert Schweitzer í frumskóginum í  Lambaréné, Gabon og Jean-Paul Sartre  á Café de Flore í París - ella trællurin - neyðars Klávus - í “Feðgar á ferð” - tað kunnu vit bara meta um.

 

Børn

Jú, tað er vituliga skeivt at ræða børn og ung. Uttan undantak. Tó hendir hetta. Hvønn dag. Og blaðfólk og journalistar eru als ikki undantikin. Tíverri.

 

Og so undrast tú hinvegin mangan yvir barnanna serstøku evnir - at sálda millum “fupp og fakta”. Tak t.d. tey makabru/ræðuligu spølini, sum børn nú um stund hugna sær við til svøvnloysis. Ella “Fjøru-trøllið” í SvF: Á sinni táið mammurnar mestsum svímaðu frá hond, ommurnar fingu kamfurdroparnar fram, meðan børnini rá-hugnaðu sær (?). Varð sagt.  

 

Sjónvarpsfólk eru eisini menniskju, og eru sum vit onnur befongd við fáfongd. Og tey vilja fegin avdúka sínar fortreffiligheitir. Og summi hava lættari við at koma fram at í ljósmálan í miðlunum enn onnur. Og hevur redaktørurin tá av óvart ella av gáloysni jordað sína (einu?) talent - so kann úrslitið verða hareftir.

 

Tí eingin flokkur, felagsskapur, heim ella land eiga at verða dømd - bara út frá tí mest ekstrema luttakaranum.

 

Innihald

Maðurin av Skála í fyrru sendingini var greiður (mundi helst ána, at hetta ikki kom at rigga i longdini?). Tí frásagt varð uttan beiskleika. Kortini hugsaðu helst tey flestu framman fyri gluggan, meðan leikur fór, meiri um familjuna - børn hansara, sum skuldu í skúla morgunin eftir – í henda happingar “hel-heim” - fyri mangar minnilutar...?

 

Og mamman í seinnu sendingini fekk gjølla sagt frá síni og sonarins kvølum. Eingin ivi um tað.

 

Men journalistiskt tað veikasta liðið í báðum sendingunum higartil var tó myndavalið í seinnu sending  og tann stemningsløddi tónleikurin afturvið - yvirhøvur.

 

Hvat nú?

Boðabrot kunnu vera ymisk, og tað triðja er ofta tað størsta. So nú fáa vit at síggja.

 

Og vit hava helst eisini øll tørv á - við høvi - at lesa ta rannsakandi taluna, sum finst í 5. kapitli hjá Matteusi.

 

Og hvat er nú at taka til - í kyrrindum?

 

Jú, kanska ber eitt nú til at leggja fløguna við Ingálvi av Reyni á fløguspælaran. Ingálvur var fyri mong eitt ásýniligt og lítillátið menniskja, sum tó skaraði væl framúr sum teknari, listamálari og sangari - og sum sunnudagsskúlalærari eisini.

Arnstein Niclasen    

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her