Guðmundur Guðmundsson: – Dømingin var látulig

Íslendsku grannar okkara hava havt eina trilvandi byrjan í HM kappingini í manshondbólti. Fríggjadagin taptu teir 31-27 ímóti Kroatia, og í gjár taptu teir 32-25 ímóti Spania

Í HM kappingini í manshondbólti, sum í løtuni fer fram í Danmark og í Týsklandi, hava íslendsku grannar okkara havt eina trilvandi byrjan. Fríggjadagin taptu teir 31-27 ímóti Kroatia, og í gjár taptu teir 32-25 ímóti Spania.

 

Hóast Ísland hevur byrjað kappingina við tveimum ósigrum, sigur hetta ikki alla søguna. Ísland hevur framt eitt ættarskifti á liðnum. Teir flestu, sum hava verið við í nógv ár, hava nú takkað fyri seg.

 

Leikarir sum Guðjón Valur Sigurðsson, Ólafur Stefánsson og Alexander Petersson eru ikki við longur.

 

Aaron Palmarsson hevur tikið á seg uppgávuna at vera tann, sum ber størstu byðruna, og er nú liðskipari á Íslenska liðinum. Hann hevur ikki skuffað og hevur verið framúr meginpartin av teimum fyrstu dystunum. Umframt hann hevur Ísland góðar ungar spælarar, ið hava víst stóran eldhuga.

 

Fyrrverandi OL gullvinnarin Guðmundur Guðmundsson hevur aftur sett seg á íslenska venjarabonkin í sínum triðja skeiði sum Íslenskur landsliðsvenjari. Umframt at hava vunnið OL við Danmark, leiddi hann heimland sítt til OL finaluna í 2008, har tað bleiv til silvur.

 

Aftan á dystin í gjár ímóti Spania var hann stak ónøgdur og segði, at Spania fekk betur treytir frá teimum tjekkisku dómarunum. Hann segði, at spaniólar sluppu at verða longur í álopi enn Ísland, og at tað tískil var ringt hjá Íslandi at verja fyri. Eisini helt hann, at Ísland fekk ov nógvar bíligar útvísingar.

 

– Eg veri noyddir at siga, at eg eri stak ónøgdur við nakrar av útvísingunum, ið vit fingu. Kanska er tað hondbóltur sum broytist, men eg helt, at vit fingu einar 4-5 útvísingar fyri onki, segði hann.

 

Ísland spælir ímóti Bahrain í dag kl 14:30.