Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 13.03.2019 (13:35)

Guðrið og Elisabeth heiðraðar fyri trúfasta tænastu

Hugnalig samkoma var í Dr. Ingridar Barnagarði í morgun, har tær báðar Elisabeth Clementsen og Guðrið Jensen vórðu heiðraðar fyri trúfasta tænastu.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at hon hevði fingið eitt yvirlit yvir, hvussu leingi tær báðar hava starvast í Drotning Ingridar Barnagarði tilsamans. Og eftir hvat hon dugdi at telja saman er talan um eini tríati ár, sum alt verður talt við.

 

- Tit hava í øllum førum báðar verið her í meira enn kvarta øld. Um Guðrið vita vit, at hon er dugnalig uppá allar mátar. Hon skipar dagliga fyri góðum sangi, og tað ger hon eisini til ymisk tiltøk, t.d. vitjanir á Ellisheiminum, tá jólakórið skal venjast og mangt annað. Hon dugir sera væl við fólki sum heild.

 

- Felags fyri tykkum báðar er, at børn, ið hava gingið her fyri mongum árum síðan, minnast tykkum. Elisabeth hevur arbeitt her síðan 1981, men hevur verið burtur onkuntíð inn í millum. Hon hevur serligt barnatekki. Mátin, hon kan siga søgur, syngja og vera um børnini uppá, er fantastiskur.


Umsorganarfullar og vælumtóktar

Borgarstjórin segði víðari í røðu síni:

 

- Báðar eru tit kendar fyri at vera sera umsorganarfullar og eru eisini vælumtóktar ímillum foreldrini og starvsfelagarnar. Tit hava báðar verið tveir serligir dýrgripir fyri stovnin. Og í dag kunnu vit bara fegnast um, at tykkara ómetaliga stóra trúfesti bara kann merkja, at tit hava trivist, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon handaði eina viðurkenning frá kommununi.

 

Væl av fólki var samankomið í barnagarðinum, og Guðrið Jensen kvittaði fyri heiðurin við at taka gittaran og at fáa øll at syngja "Tillukku til tín" fyri borgarstjóranum, sum hevur føðingardag í dag.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her