fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.4m/s

Leita á in.fo

Savnsmynd av G!-kirkjuni í Hoyggjhúsinum. Kristfríð Tyril hevur tikið myndina.

Danjal av Rana 11.07.2018 (10:58)

Gudstænastan verður í fjósinum

Aftur í ár verður gjørligt hjá G!-gestum at leita sær eitt sindur av sálarbót. Eins og undanfarin ár verður G!festivalgudstænasta leygardag umframt at G!-kirkjan er opin hóskvøld og fríggjakvøld.

 

Í ár er tað Emil Olsen, prestur, sum prædirkar á gudstænastuni, sum verður í Fjósinum í Syðrugøtu leygarmorgunin klokkan 11. Kórið Eystanljóð luttekur. Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi at fáa í hoyggjhúskirkjuni.

 

Hóskvøldið og fríggjakvøldið frá klokkan 18 til midnátt verður Hoyggjhúskirkjan opin. Har er møguligt hjá festivalgestum at leita sær inn til ein kaffimunn, eitt prát við prestarnar ella bara at njóta kvirruna eina løtu.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her