Guitarlegenda farin

Allan Holdsworth andaðist fyrradagin.

Allan Holdsworth andaðist fyrradagin.

Hann var ov mongum mettur sum super-guitarleikari, ella guitarheja við framúr førleikum. Guitar leikarar sum Frank Zappa og Eddie Van Halen halóva Allan Holdsworth.

 

 

Hann var leitandi, at kalla uttan mørk, og ringur at seta í bás. Millum mangt annað leikti hann í slóðandi bólkum sum Soft Machine og Gong, og leikti nógv við Bill Bruford, trummuleikara í  Yes og sum eisini spældi við King Crimson.

 

 

Allan Holdsworth varð sagdur at vera fríur og altíð á ferð, leitandi við leikandi løttum spæli.

 

Eitt skifti var hann við í superbólkinum UK. Senni við í øðrum superbólki, HoBoLeMa.

 

 

Enskt føddi guitarleikarin búði í California, nú hann doyði. Hann varð føddur í 1946 og andaðist í 2017 og gjørdist 70 ára gamal.