Gullak Madsen tjenti fjórðings milliard í fjør

Gullak Arngrimsson Madsen hevur tjent eina fjórðings milliard. Hann keypti ein eigara úr felagnum eftir stríð um ættarliðsskifti

Gullak Arngrimsson Madsen hevur tjent eina fjórðings milliard. Hann keypti ein eigara úr felagnum eftir stríð um ættarliðsskifti

 

Danska blaðið Finans skrivar í dag um »milliardingurin Gullak Madsen«, sum á vári í 2017 keypti samstarvsfelaga sín í fleiri ár, Óla Nattestad, úr reiðarínum Ruth.

 

Málið snýr seg sambært Finans um føroyingin, sum blaðið lýsir sum »milliardæren Gullak Arngrimsson Madsen« – ein av ríkastu fiskimonnum í Danmark, sum er vorðin nakað væl ríkari, eftir at hann seldi fiskikvotur fyri trísiffraða milliónaupphædd.

 

Hann trífaldaði yvirskot í reiðarínum í síðsta roknskaparári, vísir nýggi roknskapurin. Sambært Finans tjenti hann 242 milliónir krónur, og so at siga alt verður goldið honum út sum vinningsbýti.

 

– Ársins úrslit verður mett sum nøktandi, skrivar Gullak Madsen í roknskapinum.

 

Orsøkin til stóra yvirskot er, at Gullak Madsen seldi fiskikvotur við einum vinningi upp á 228 milliónir k´ronur. Í ár roknar hann við einum úrsliti, sum fer at liggja á sama støði, men hann tekur ávís fyrivarni.

 

– Samanborið við fyrru árini eru óviss viðurskifti knýtt at støddini á kvotum felagsins og prísinum á landingunum eins og møguligar avleiðingar av brexit, skrivar hann í roknskapinum sambært Finans.