Gullbrandur og liðfelagarnir vunnu fyrsta sigurin hetta kappingarárið

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen leiktu javnt á heimavølli

Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld. Tað gjørdist eisini misjavnt við spælitíð til føroyingarnar í deildini.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard slapp á fyrsta sinni at byrja inni fyri Sandnes ULF, ið einki stig hevði undan dystinum á heimavølli móti Raufoss í kvøld.

 

Sandnes ULF vann dystin 2-0. Haris Brkic legði Sandnes á odda tá 33 minuttir vóru leiktir av dystinum. Noah Bertelsen staðfesti sigurin tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.

 

Sandnes er nummar 12 í deildini við trimum stigum fyri tríggjar dystir. 

 

Meinhard E. Olsen var á vøllinum seinasta hálva tíman, tá lið hansara, Mjøndalen leikti javnt 1-1 móti Start Kristiansand á heimavølli.

 

Start legði seg á odda 1-0 tá 34 minuttir vóru leiktir av dystinum, men tað gingu bert tveir minuttir so javnaði Mathias Bringaker fyri Mjøndalen.

 

Mjøndalen er nummar 14 í deildini við tveimum stigum fyri tríggjar dystir.

 

Noah Mneney slapp tíverri ikki á vøllin í 0-1 tapinum hjá Bryne á heimavølli fyri gamla liðnum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger. Levanger skoraði sigursmálið longu í øðrum minutti.

 

Bryne er nummar 11 í deildini við trimum stigum fyri tríggjar dystir. 

 

Komandi leygardag spælir Bryne á útivølli móti Raufoss. Sama dag spælir Sandnes á útivølli móti Start Kristiansand.