fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Jóannes Hansen 16.09.2018 (17:08)

Gullið bíðar á silvurfati

Komandi sunnudag skal HB til Klaksvíkar.

Í dag vann HB 2-1 í Gundadali ímóti NSÍ, og KÍ tapti 1-0 á Skála.

Úrslitini bera við sær, at HB hevur 58 stig, og at KÍ hevur 45 stig. NSÍ hevur 42 stig.

Tað eru fimtan stig eftir at spæla um. HB er trettan stig frammanfyri KÍ. Tað vil siga, at um HB vinnur eitt stig í Klaksvík, so verður HB føroyameistari longu um eina viku.

 

HB legði seg stutt undan steðginum framum 2-0. Í báðum førum átti Adrian Justinussen innleggið. Í fyrra førinum var tað Dan í Soylu, sum skoraði, og í seinna førinum var tað Símun Samuelsen.

Fram ímóti dystarenda kom spenningur í aftur, tá ið fyrrverandi HB liðformaðurin Jóhan Troest Davidsen minkaði um munin, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt innfyri við horna.

 

Á Skála var KÍ nógv meiri á bóltinum. Tað vóru nógvar spentar støður í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og U-21 landsliðsmálverjin Karstin Hansen var sera stinnur. KÍ megnaði ikki at skora. Tí var tað avgerandi, tá ið Teitur R. Joensen, eftir at Niels Pauli Danielsen við frísparki legði innfyri, við høvdinum setti bóltin í KÍ málið. Tað var í 27. minutti.

Skála vann 1-0. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Skála vann ímóti einum av toppfimm liðunum, og Skála liggur nú væl fyri at vinna sætta plássið.

 

Við Stórá í Trongisvági var dramatikkurin øgiligur. Í yvirtíðini setti heimaliðið bóltin í AB málið. Dómarin kolldømdi, og tað vóru heimamenninir misnøgdir við. Teir vóru ikki klárir, tá ið AB fór í mótálop. Tað varð lagt innfyri, og undir málinum var tað sambært dómarafrásøgnini Filip í Liða, sum setti bóltin í málið.

 

Í Sørvági vann B36 3-1 ímóti 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at 07 Vestur nú er aftast, og at B36 hevur møguleika at vinna seg á bronsupláss, um tað eydnast at vinna útsetta dystin ímóti 07 Vestur, sum verður í Gundadali annað mikukvøld.

Sunnudagin skal 07 Vestur á Argjum spæla ímóti AB. Tá snýr tað seg um at sleppa undan aftasta plássi, sum heilt víst ber niðurflyting við sær.

 

Víkingur var tvær ferðir á sigurskós í Hólmanum á Eiði. Í yvirtíðini var Víkingur frammanfyri 2-1, tá ið EB/Streymur fekk horna. EB/Streyma málverjin Rói Zachariasen fór fram í brotsteigin. Hann fekk bóltin, og stýrdi hann til innskifta Marna Djurhuus, sum javnaði til 2-2, og so var dysturin liðugur.

 

EB/Streymur - Víkingur 2-2 (1-1)

1-0: Sølvi Vatnhamar 13.

1-1: Ragnar B. Danielsen br 44.

1-2: Andreas Lava Olsen 74.

2-2: Marni Djurhuus 93.

 

Skála - KÍ 1-0 (1-0)

1-0: Teitur R. Joensen 27.

 

07 Vestur - B36 1-3 (0-0)

0-1: Michal Przybylski 53.

0-2: Gilli Samuelsen 75.

0-3: Gilli Samuelsen 82.

1-3: Sonny Jakobsen 86.

 

HB - NSÍ 2-1 (2-0)

1-0: Dan í Soylu 39.

2-0: Símun Samuelsen 42.

2-1: Jóhan Troest Davidsen 79.

 

Suðringar - AB 0-1 (0-0)

0-1: Filip í Liða 92.

 

HB 22 19 1 2 47 15 58
22 14 3 5 38 16 45
NSÍ 22 13 3 6 46 19 42
B36 21 12 4 5 43 27 40
Víkingur 22 11 4 7 35 28 37
Skála 22 7 4 11 23 30 25
Suðringar 22 6 3 13 21 35 21
EB/Streymur 22 4 8 10 24 36 20
AB 22 3 3 16 10 46 12
07 Vestur 21 3 1 17 20 55 10

 

23. umfar 

Sunnudagin

23. september

KÍ - HB

Víkingur - Skála

B36 - EB/Streymur

AB - 07 Vestur

Suðringar - NSÍ


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her