fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 3.5m/s

Leita á in.fo

Mynd: Einar Vang

Annika Kunoy Im 15.07.2017 (20:01)

Gulu súkklararnir komnir til kærleikans bý

Team Rynkeby Føroyar er partur av einum norðurlendskum súkkluliði, sum síðani 2002 á hvørjum sumri hevur súkklað stívliga 1.200 kilometrar til París fyri á tann hátt at savna inn pening til børn við krabbameini og familjur teirra. Nú er langi súkklutúrurin komin at enda hesa ferð. 

 

 

- Nú eru vit her! Vit hava rokkið kærleikans bý og kenslan er ótrúlig. Vit kunnu saktans vera errin av okkara avriki. Liðið er fyri fyrstu ferð uppbygt við 2/3 óroyndum og 1/3 royndum fólki, og ikki helvt um helvt sum áður, og tó hava tað mestsum ongir skaðar ella defektir verið. Liðið hevur klárað seg nógv betri enn væntað varð, so vit kunnu bara fegnast. Vit hava bjóðað okkum sjálvi av, vit hava hugnað okkum, men vit hava eisini arbeitt hart. Vit hava lært okkum sjálvi betur at kenna, og vit hava knýtt nýggj vinarbond. Vit hava megnað tað! Okkara ævintýr endar her, men vinarbondini og gleðisrúsurin halda áfram leingi afturat, skrivar Team Rynkeby Føroyar á facebook síðu teirra.

 

 

Tilsamans fevnir Team Rynkeby um 1.700 súkklarar og 450 hjálparfólk á 44 liðum úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Íslandi. Føroyingar hava luttikið síðani 2014 við liðnum Team Rynkeby Føroyar.