Gunnar og Patrik vunnu og eru fremst og næstfremst

Víkingur Reykjavík og Breiðablik vunnu sigrar í málríkum dystum

Tað gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Gunnar Vatnhamar var við frá dystarbyrjan tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á heimavølli vunnu greiðan 4-2 sigur á KA Akureyri. 

 

Royndirnar innanfyri málrammurnar søgdu 7-4 til Víking.

 

Víkingur Reykjavík-KA Akureyri 4-2 (2-1)

 

 

 

0-1 Sveinn Margeir Hauksson '7

 

Danijel Dejan Djuric '20 , br. 1-1

 

Nikolaj Hansen '36 2-1

 

Aron Elís Þrándarson '45 3-1

 

Danijel Dejan Djuric '63 4-1

 

4-2 Elfar Árni Aðalsteinsson '76

 

Patrik Johannesen var á vøllinum tað seinasta korterið tá lið hansara, Breiðablik vann 3-2 á KR á útivølli.

 

Tá Patrik kom á vøllin var Breiðablik á odda 2-0, men tað hendi nógv ta løtuna Patrik var á vøllinum.

 

KR-Breiðablik 2-3 (0-0)

 

0-1 Kristinn Steindórsson '59

 

0-2 Viktor Örn Margeirsson '77

 

Stefán Árni Geirsson '86 1-2

 

1-3 Jason Daði Svanþórsson '89

 

Benoný Breki Andrésson '92 , br. 2-3

 

Komandi sunnukvøld spælir Víkingur Reykjavík á útivølli móti HK í Kópavogi. Mánakvøldið 6. mai klokkan 20.15 tekur Breiðablik móti Vali á heimavølli. 

 

Støðan:

 

 NummarLiðDystirVJTMálmunurStig
 1Víkingur Reykjavík440011:312
 2Breiðablik430110:69
 3FH43017:59
 4ÍA420210:56
 5Fram32013:16
 6KR42029:86
 7Vestri42022:66
 8Valur31112:14
 9Stjarnan31022:53
 10KA40135:91
 11Fylkir30124:91
 12HK40131:81