Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 11.01.2017 (11:02)

Gustav Mærsk rendi á land

Danska farmaskipið Gustav Mærsk rendi á land í Italia í gjár.

 

Gustav Mærsk var ávegis til Italia úr Kroatia, tá tað rendi seg fast uttanfyri italska býin Messina. Tað er enn ógreitt hví hendingin fór fram.

 

Skipið bleiv hálað av aftur eftir góðar fimm tímar og fyribils sær ikki út til, at Gustav Mærsk hevur fingið stórvegis skaða og eingin olja er likin út. Eingin fólkaskaði var heldur.

 

Kanningar verða nú settar í verk at finna útav hví Gustav Mærsk rendi á land.

 

Trýst á filmsbrotið fyri at síggja tá Gustav Mærsk verður hálaður av aftur.