Leita á in.fo

Turið Arge og liðfelagarnir í Kyndli vunnu bólk 2 í Faxe Kondi steypakappingini (Savnsmynd)

Heri Simonsen 10.02.2019 (15:40)

H71-Kyndil 25-27: Samrøður frá FM1

Kyndil hevur vunnið bólk 2 í Faxe Kondi steypakappingini. Tað er greitt aftaná kyndilskvinnur vunnu 27-25 á H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum var Kyndil á odda 14-13.

 

Kyndil møtir antin Neistanum ella Stjørnuni í hálvfinalunum. Tað verður avgjørt klokkan 16 tá tey bæði liðini møtast í høllini á Hálsi í Havn. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.

 

H71 møtir VÍF í hálvfinalunum.

 

Toppskjútti hjá H71 í dag var Maria Halsdóttir Weyhe við níggju málum. Eva Barba Arge skoraði átta mál fyri H71. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg, ið skutu seks mál hvør. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum H71-Kyndil 25-27.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við annan av toppskjúttunum hjá Kyndli, Turið Arge Samuelsen. Turið Arge sigur, at kyndilskvinnur løgdu nógva orku í at vinna bólkin. Ikki bara fyri at sleppa undan VÍF í hálvfinalunum, men fyri at kunna senda ein boðskap út, at kyndilskvinnur meina tað í álvara.

 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Mariu Halsdóttir Weyhe, ið mátti staðfesta, at aftur í dag var unga liðið úr Hoyvík væl við, men tað koppaði til mótstøðuliðið ímóti dystarenda. Maria Halsdóttir Weyhe er greið yvir, at VÍF verður ein torfør uppgáva í hálvfinalunum, men hon slær fast, at H71 trýr uppá, og fer eftir møguleikanum at sleppa í steypafinaluna. 

 

Á Skála vann StÍF 26-19 á Neistanum 2. Í steðginum var StÍF á odda 13-10. Toppskjútti hjá StÍF var Emmy Kass við fimm málum. Toppskjútti hjá Neistanum var Annika Thomsen við sjey málum.

 

Kyndil vinnur bólk 2 við seks stigum. Nummar tvey er H71 við fýra stigum. StÍF er nummar trý við tveimum stigum og Neistin 2 er aftast við ongum stigi. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her