Leita á in.fo

Sjúrður Hildarson Hoydal 16.09.2018 (15:52)

H71 legði sterkt út móti Kyndli

Kyndil – H71 22-30 (10-14)

Fleiri spurningar skuldu svarast í Høllini á Hálsi í dag, tá ið kvinnuliðini hjá Kyndil og H71 brustu saman.

Hjá Kyndli snúðu spurningarnir seg um, hvussu liðið kundi lyfta seg eftir stóru frágongdina í mun til hópin, ið fekk silvur í bæði steypa- og landskapping í fjør.

 

Hjá H71 vóru spurningarnir heldur hvussu unga liðið varð ment í mun til í fjør, og um hópurin var til reiðar at flyta seg eitt stig upp á menningarleiðini.

Tað vóru Kyndlakvinnur, ið løgdu best út, men eftir støðuna 4-2 til Kyndil, tóku hoyvíkskvinnur tamarhald um dystin, og støðan gjørdist 6-11 um miðan fyrra hálvleik. Tær sleptu ikki tamarhaldinum, og fóru til hálvleiks við støðuni 10-14.

 

Í seinna hálvleiki eydnaðist tað ongantíð Kyndli at spæla seg inn aftur í dystin, meðan H71 kundi økja, eftir at nógv eydnaðist teimum. Yvirhøvur tóktist H71 at hava fleiri streingir at spæla upp á, og endin var ein trivaligur sigur á 22-30.

 

Málskjúttar hjá Kyndli:

Bára K. Hansen 7, Súna K. Hansen 4, Birita Mortansdóttir 4, Anja Eliasen 3, Sòlja B. Poulsen 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Beinta Lindberg 1

 

Málskjúttar hjá H71:

Maria H. Weyhe 7, Durita Toftum 6, Marita Mortensen 5, Karin H. Simonsen 4, Guðrið á Borg 3, Eva Barba Arge 3, Tòrhalla Thorsteinsson 2


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her