H71-Neistin 21-23 (15-11) : Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr H71-venjaran, Hallur Danielsen og Stinu Madsen hjá Neistanum seta orð á dystin


Neistakvinnur settu H71 av í stríðnum um seinna FM-finaluplássið í SMS-deildini.

 

Tað gjørdu neistakvinnur við at vinna 23-21 á H71 í Hoyvíkshøllini. Í steðginum stóð illa til hjá neistakvinnum, tí tá var H71 á odda 15-11, men Kári Horn og hansara spælarar vendu skútini og fingu tvey sera týdningarmikil stig við sær til Havnar.

 

Durita Toftum Joensen, Marita Mortensen og Maria H. Weyhe vóru toppskjúttar hjá H71 við seks málum hvør. Ingunn Kristina Persson var toppskjútti hjá Neistanum við seks málum. Fríða á Dunga skoraði fimm mál fyri Neistan.

 

Klokkan 16 byrjaði dysturin millum Kyndil og VÍF.

 

HER ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við H71-venjaran, Hallur Danielsen og Stinu Madsen hjá Neistanum.

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF1646636010627
 NEISTIN173973544322
 KYNDIL164003811921
 H71174364231318
 STJØRNAN16364397-339
 STÍF16310458-1481