Hákun og liðfelagarnir halda fast í oddasessinum

Füchse Berlin vann í kvøld dyst á útivølli í bundesliguni

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti Göppingen.

 

Tað eydnaðist Füchse Berlin at vinna dystin 32-27. Í steðginum var Göppingen annars á odda 15-14, men í seinna hálvleiki var Füchse omaná.

 

Hákun slapp upp í part, og hann skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.

 

Füchse er fremst í bundesliguni við 49 stigum. Magdeburg er nummar tvey við 46 stigum. Magdeburg hevur tó spælt tveir dystir færri enn Füchse.

 

Leygardagin 13. apríl skal Füchse spæla hálvfinalu í týsku steypakappingini móti júst Magdeburg.