Halda móðurmálsdagin í Klaksvík í morgin

Á móðurmálsdegnum, sum er í morgin 25. mars, kemur út nýggj føroysk stavsetingarorðabók

– Í Føroyum tosa vit føroyskt. Men tað er ikki ein fjarur tanki at hugsa sær, at vit tosaðu danskt í Føroyum. Tí danskt var einaferð við at troka føroyskt burtur. Í Hetlandi megnaðu tey ikki at standa ímóti trýstinum frá enskum, og norn - teirra móðurmál - doyði út. Nú er danskt ikki avbjóðingin hjá okkum longur, men enskt. Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hetlendingar.

 

Soleiðis skrivar Málráðið á heimasíðuni í sambandi við Móðurmálsdagin, sum er í morgin.

 

– Á móðurmálsdegnum koma vit saman at umrøða viðurskifti, sum eru málinum at gagni, og teknmálstulkur er sjálvandi eisini við á degnum, skrivar Málráðið.

 

Tiltakið byrjar við stórhendingini, nú Stavsetingarorðabókin, sum Kristin Marjun Magnussen hevur ritstjórnað, er liðug og verður givin út. Annars verða viðurskifti, ið snúgva seg um mál, málnýtslu og stíllegur, umrødd á degnum: har verða framløgur og hugleiðingar umframt skemtilig innsløg og livandi tónleikur. Teknmálstulkur er sjálvandi eisini við á degnum.

 

Tiltakið er alment og ókeypis, og tað hevði frøtt okkum í Málráðnum at sæð tykkum á stóra degnum.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

16.00 Vælkomin, Solby Christiansdóttir

 

16.05 Útgávutiltakið verður sett, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

 

16.15 Tónleikur, Knút H. Eysturstein

 

16.25 Nýggja Stavsetingarorðabókin - útgávutiltak: Randi Kúrberg, forkvinna, og Helena Kannuberg, næstforkvinna í Málráðnum

 

16.30 ”Hammershaimb, stavseting og skriftmál”, Theodor E. D. Olsen, málráðslimur vegna Javnstøðunevndina og umboð í Orðabókagrunninum

 

16.40 Tónleikur, Knút H. Eysturstein

 

16.45 ”Stavsetingarorðabókin nú og frameftir”, Kristin M. Magnussen, orðabókarritstjóri

 

16.55 Rættlesarar verða heiðraðir fyri arbeiðið við Stavsetingarorðabókini

 

17.00 Málráðið og Føroyamál bjóða okkurt stuttflutt undir tonnina

 

18:00 Stevnan verður sett, Djóni N. Joensen, landsstýrismaður

 

18.15 Tónleikur, Rani Nolsøe

 

18.20 ”Um at geva øllum lut í felagsskapinum á netinum”, Maybritt við Strond og Sjúrður Gullbein

 

18:40 Føroyskt yrkismál, Marjun A. Simonsen

 

Steðgur

 

19.10 Sjey ymisk innsløg:

 

• ”Óli P og málið. Hvussu keipaði Óli ð’ið?”, Óluva Klettskarð

 

• Rithøvundavitjanir, Gunrið Kallsberg

 

• Hugleiðingar um føroyska málið, Benjamin Tausen á Lava

 

• Týðing, Beinir Bergsson

 

• Vit er ein app, KVF

 

• At ritstjórna, Vencil

 

• Skemt, Kristian Martin Petersen

 

20.05 - Tónleikur, Brakið, Ingmar Berg Mikkelsen stjórnar

 

Stigtakarar eru Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Føroyar lesa og Vencil.

 

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni.