Halda móðurmálsdagin í Løkshøll 25. mars

Føroyskur móðurmálsdagur verður hildin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs

Hóast altjóða móðurmálsdagur í er í dag, 21. februar, so verður føroyski móðurmálsdagurin hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs.

 

Í ár verður móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík, har evnið er yrkismál.

 

Tiltakið, sum verður seinrapartin, endar við at ein Móðurmálsvirðisløn verður latin fyri yrkismál, sum við hepni hevur verið brúkt í eini yrkisgrein, ið hevur gjørt seg serliga galdandi seinastu fáu árini.

 

Fyri Nám fer Elin Henriksen at greiða frá um yrkismál í fólkaskúlanum í rokning. Hon er við í nýggju útgávunum hjá Námi, »Rokning«.

 

Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti.