fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Mynd: Tjóðsavn Føroya

Hallur av Rana 15.08.2017 (11:15)

Halda seg hava funnið fornan garð

Seinastu vikuna hava fólk frá Tjóðsavni Føroya lagt út eina kanningarveit nærhendis kirkjuna á Sandi, har tað fyrr eru funnin spor eftir gomlum bústaðarleivdum.


Í tíðindaskrivi frá stovninum verður upplýst, at endamálið við arbeiðinum er at finna forna garðin, har eitt nú fyrsta kirkjan varð bygd. Gamlar kanningar hava givið ábendingar um, at garðurin er í hesum økinum, og tí hevur verið roynt at finna sjálva garðin.


- Tí hevur sjóneykan seinnu tíðina verið sett á lendið millum Junkarinsfløtt og kirkjustaðin. Og nú er mangt, ið bendir á, at vit fara at koma hesum áhugaverda og avgerandi spurningi nærri, greiðir stovnurin frá í tíðindaskrivi.


Sambært Tjóðsavni Føroya, so hava kanningarnar longu avdúkað loyndarmál í sandmoldini.



- Fyrsta veitin, farið varð undir at grava, var løgd soleiðis, at tað vónandi fór at bera til at staðfesta endan á tí, sum vit tulkaðu sum ein rættiliga stóran bygning – eitt sonevnt langhús. Og hetta bar til! Tað, sum higartil er komið undan kavi, er sjálvt laðaða útnyrðingshornið av hesum bygningi. Er myndin soleiðis, sum vit tulka hana, er talan um ikki hissini langhús! So spenningurin um, hvat annars fjalir seg har undir tjúkku sandmoldini, er sum vera man ikki so lítil, skrivar Tjóðsavn Føroya í tíðindaskrivi.


Upplýst verður, at kanningararbeiði byrjaði longu á páskum í fjør, tá fyritøkan Munin í samstarvi við Tjóðsavn Føroya gjørdi umfatandi skrásetingar við georadara í lendinum, ið staðfestu, at talan var um eitt øki, ið var vert at kanna nærri.


Um endamálið við kanningunum skrivar stovnurin fylgjandi í tíðindaskrivinum.


-Endamálið við kanningunum er lutvíst granskingarligt, lutvíst antikvariskt. Kanningarnar eru partvíst framhald av rannsóknum, sum áður eru gjørdar í lendinum við kirkjustaðin, fyri betur at skilja ta heild, ið nógva áhugaverda tilfarið er liður í. Partvíst er endamálið, at við avmarkaðum kanningarveitum grundað á geofysisku dáturnar, at staðfesta, hvussu umfatandi bústaðarleivdirnar eru á staðnum, soleiðis at hesi fornminni ikki verða nervað, men kunnu verða varðveitt til framtíðar rannsóknir.