Halda seg hoyra heima millum tey bestu

Bæði í 07 Vestur og millum Suðringar kenna teir seg hava nógv at spæla fyri í dag

Tað er greitt, at 07 Vestur verður nummar níggju, tá ið tað leygardagin verður sett punktum fyri hetta kappingarárið.

 

Um tað fer at enda við niðurflyting verður greitt leygardagin, tá ið síðsta umfar í næstbestu deildini verður – eina løtu áðrenn síðsta umfar í bestu deildini verður.

-Tað hevði sjálvandi verið betri, um tað bara var upp til okkum sjálvar at gera av, hvussu tað verður næsta ár. Vit halda, at tað er týdningarmikið at fáa so nógv burturúr, sum tað ber til, og tað fara vit at stríðast fyri ídag, sigur Holgar Durhuus, sum er ein av lyklaspælarunum hjá 07 Vestur.

-Vit hava spælt tveir tættar dystir ímóti B36, sum vit vunnu 4-3 ímóti á heimavølli, og NSÍ, sum vit taptu 3-2 ímóti á útivølli.

Ímóti NSÍ gjørdi tað heilt stóran mun, tá ið Ken Fagerberg varð skiftur inn. Tá restaðu tað tjúgu minuttir. Ken Fagerberg verður á listanum í dag, men tað er ikki vist, at hann verður førur fyri at spæla alla tíðina.

 

Suðringar eru í tættari kapping um sætta plássið. Saman við Skala og EB/Streymi hava teir 29 stig.

-Tað hevur stóran týdning fyri okkum at vinna sætta plássið. At vit tvær tær síðstu ferðirnar hava vunnið fýra stig ímóti Víkingi og KÍ ber við sær, at mótið er gott, sigur veteranurin hjá Suðringum Jón Krosslá Poulsen.

Rógvi Joensen er skaðaplágaður. Ímóti KÍ varð hann settur á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tað er sannlíkt, at hann í dag verður millum teir fyrstu ellivu.

Suðringar hava vunnið báðu ferðirnar fyrr í ár, tá ið teir hava spælt ímóti 07 Vestur. Í øðrum umfari, 19. mars, fóru teir úr Vágum við 1-0 sigri, og í 13. umfari, 18. juni, endaði tað við 3-1 heimasigri við Stórá.