fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 14m/s

Leita á in.fo

- Tað verða nakrar gentur, sum fara at halda tað vera áhugavert og kanska spennandi, men tær fara at angra.

Vilmund Jacobsen 13.08.2018 (00:30)

Haldið tykkum langt vekk frá Madsen

- Latið vera við at lata tykkum lokka av áheitanini hjá Peter Madsen um nýggjar brævavinir. Hetta er ein vandamikil vegur at ganga, og tit koma at angra tað í mong ár, um tit fara í holt við ein lívstíðarfanga.

 

Soleiðis ljóðar ávaringin hjá 33 ára gomlu, Betinne Brøns, sum um nakar veit, hvat hon snakkar um. Í seks ár var hon gift við raðdrápsmanninum, Peter Lundin, sum hon eisini fekk ein son saman við, meðan hann sat í fongslinum.

 

Betinne Brøns kemur nú við hesi áheitan, eftir at danska blaðið BT herfyri avdúkaði, at lívstíðardømdi Peter Madsen á sínari Facebook-síðu leitar eftir nýggjum brævavinum.

 

Eftirlýsingin hjá Peter Madsen fær Bettine Brøns at óttast fyri, at hann verður hin nýggi Peter Lundin.

 

- Tað verða nakrar gentur, sum fara at halda tað vera áhugavert og kanska spennandi at fáa fyrsta brævið frá Peter Madsen. Men, hesar fara at angra tað nakað so ræðuligt seinni, sigur fyrrverandi kona Peter Lundin við BT.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her