Danjal av Rana 11.01.2017 (15:56)
Hálka og nógvur vindur um alt landið
Hann hevur øtlað vindin allan seinnapartin og sambært veðurtólunum hjá Landsverki er nógvur vindur um alt landið.
Ansið tykkum tí, tá tit koyra heim eftir loknan arbeiðsdag.
Um Høgareyn er hvassur stormur og í hvirlunum upp í 35 m/s og á Tjørnuvíkarvegnum er stormur og upp í 34 m/s í hvirlunum. Stormur er eisini á Brekkuni Stóru á Sandoy og á Porkerishálsi. Har er upp í ávikavist 32 og 35 m/s í hvirlunum.
Á Mykinesi og við Velbastaðsháls er skrið og upp í 30 m/s í hvirlunum.
Á Viðareiðisvegnum, á oyggjarvengum við Norðaraskarð og í Skopunar havn er hvassur vindur og upp í ávikavist 30, 32 og 28 m/s.
Um Gjáarskarð, á Sundi og í Hvalba er minni vindur, men í hvirlunum upp í 30 m/s.
Umframt hetta boðar Landsverk frá, at roknast kann við hálku um Gjáarskarð, á Kambsdali, við Norðskálatunnilin, eystanfyri, á Streymnesi, um Høgareyn, um Sandavágsháls, á Vatnsoyrum, við Norðaraskarð á Oyggjarvegnum, í Kaldbaksbotni, á Sundi og við Velbastaðháls.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Beinleiðis: Skála er í fjórðingsfinaluni |
|
KVF stríð: - Liljan Weihe aftur uppsøgd í dag |
|
Jørleif Kúrberg deyður |
|
KVF stríð: - Ein revsing men ikki ein uppsøgn |
|
Ætla at seta stóran kross á Høganes |
|
Løkke kom á fund tá konan bleiv uppsøgd |
|
Watson er í øðini inn á føroyskan rockbólk |
|
Ársins málverji álvarsliga skaddur |
|
- Eg fekk blóðpropp meðan eg svav |
|
Ragnar skal gera vegirnar í Runavík |
|
Niklas á Líðarenda: Respektin er burtur |
|
Tunnilstoymi setti føroyskt met |
|
Høvdu nýggjan spælmotor umborð |
|
Kjakari: Hopi flogfarið hjá Týr dettur niður |
|
Drotningin skal hvíla á føroyskum basalti |
|
Skelkur í HB: Teit skaddur |
|
Skarvurin á nýggjum veingjum |
|
Topp 10: Hesir tjena mest |
|
Samgongan hevndi seg |
|
Týr-sangarin: Hatta er bara kjaftaslit |
|
Vil byrja av nýggjum |
|
Grønlendski sigursharrin fær íblástur úr Føroyum |
|
Jóan Símun til Týsklands |
|
BankNordik fíggjar Marmennilin |
|