fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.10.2017 (14:15)

Halla fekk krabba: -Tað er hart fyri tey avvarðandi

Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir. Ein teirra er Halla Nolsøe Poulsen, sum hevur skrivað hendan bloggin.   

 

Halla Nolsøe Poulsen, bróstkrabbamein í okt ´14, sum 37 ára gomul

At verða avvarðandi til ein krabbameinssjúkling er hart. Tann sjúki hevur “loyvi” at fella í fátt og hevur kanska ring hjáárin av viðgerðini, meðan makin/tey rundanum mugu klára familjuna og fáa gerandisdagin at koyra so trygt sum gjørligt fyri børnini.

 

Hjá okkum var tað so ómetaliga heppið, at hvørja ferð eg fekk kemo, so komu antin míni foreldur ella verforeldur (til síðst bara ein av ommunum ella abbunum) og hjálptu við tí dagliga í nakrar dagar. Tá mamman liggur sjúk í songini og pápin kanska er stúrin og hevur nógv at hugsa um, so var tað gull vert, at onkur var har at geva umsorgan og uppmerksemi til børnini.

 

Man kann næstan fara so langt sum at siga, at tað var heppið, tí hetta gjørdi at børnini og ommurnar/abbarnir á henda hátt fingu skapt eitt band, sum tey annars ikki høvdu havt á sama hátt. Av tí at vit búðu niðri, so sóust við næstan bara í ferium, og børnini vóru so lítil, at tey ikki ordiliga høvdu etablerað eitt samband tá.   

 

 

At missa hárið

At missa hárið var fyri meg ikki nakað stórvegis tap. Havi sum ung havt “trimmað” hár í eitt langt tíðarskeið, og tað var so sera lætt og mær dámdi tað væl. Tó, sum mamma at smábørnum og við einum starvið, har ein er í samband við nógv ymisk fólk, var tað ikki ein stílur, ið hóskaði. J

Tá hárið byrjaði at detta av, tóku vit børnini við á vesið, og so trimmaði maðurin tað, ímeðan tey sóu, so tey ikki skuldu blíva kløkk. So longi eg enn hevði eygnavippur og –brýr, kendi eg meg væl. Var í húgvu, tá eg var úti – tað var vetur, so tað var ikki løgið – men onkuntíð tá eg heintaði børnini á stovni, mátti eg úr húgvuni, meðan eg var inni.  Nú langa tíð aftaná hevur dótturin fortalt, at ein drongur í barnagarðinum hevði sagt við hana, at “mamma tín líkist einum manni”.J

 

 

Herfyri gingu vit túr úti, og maðurin, ið rakar hárið av hjá sær, hevði gloymt húgvuna. Sigur, at tað er ótrúligt, sum man er kaldur um høvdið, tá man onki hár hevur. “Eg veit”, kundi eg svarað.

Hvussu nógvar konur kunnu føla við manni sínum har? :)  


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her