Hallby er ein dyst frá at bjarga plássinum í bestu deildini

Liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby vann eisini annan dystin móti Vinslövs

Liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni og Róa Ellefsen á Skipagøtu, Hallby tók í kvøld móti Vinslövs úr næstbestu svensku hondbóltsdeildini. Talan var um annan Play Off dystin um rættin at spæla í bestu svensku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Hallby vann greiðan 33-26 sigur. Í steðginum var Hallby á odda 18-14. Hallby vann 33-31 í tí fyrsta Play Off dystinum á útivølli, og er sostatt á odda 2-0 í uppgerðunum, har spælt verður best av fimm dystum.

 

Um Hallby eisini vinnur á Vinslövs á heimavølli í ovurmorgin klokkan 18 hevur Hallby tryggjað sær rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.