Hallby vann aftaná longda leiktíð

Tað stóð á gomlum nøglum hjá Pæturi Mikkjalssyni, Róa Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum í Hallby

Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld fyrsta kvalifikasjónsdystin móti Vinslöfs úr næstbestu svensku hondbóltsdeildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Hallby var greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum, men tað stóð veruliga á gomlum nøglum hjá Hallby, men tað endaði væl.

 

Hallby vann dystin 33-31 aftaná longda leiktíð. Tað stóð á jøvnum 29-29 aftaná 60 minuttir, men í longdu leiktíðini koppaði tað til Hallby. 

 

Pætur Mikkjalsson greiðir frá, at teir í Hallby vóru á odda 29-27 tá hálvurannar minuttur var eftir av vanligu leiktíðini, men teir megnaðu ikki at halda leiðsluni, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Í steðginum var Hallby á odda 16-14.

 

Spælt verður best av fimm dystum. Komandi mánakvøld klokkan 18 og komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Hallby heimavøll. Megnar Hallby at vinna báðar dystirnar, so hava teir tryggjað sær rættin at kappast í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Pætur, Rói og liðfelagarnir eru tó komnir í eina serligu støðu á veg heimaftur til Jönköping.

 

Pætur greiðir frá: - Kann leggja aftrat, at tað stórkavar í Svøríki. Vit noyðast tí at sova í bussinum, og kunna vónandi koyra heim í morgin einaferð.

 

Tíbetur eru fimm dagar til komandi dyst