Føroyski landsliðsmiðvallarin er í dag sekdur frá Vendsyssel í næstbestu deildini í Danmark til AC Horsens, sum spælir í Superliguni.
Bold.dk skrivar í dag, at keldir hjá teimum siga seg vita, at Hallur Hansson skiftir til AC Horsens. Keldir hjá Miðlahúsinum siga siga somu søgu, og at talan er um langtíðar sáttmála, ið er minst trý ár.
Fleiri feløg hava víst Halli Hansson áhuga. Har í millum Sønderjyske, umframt at hann hevur staðið á lista, sum serfrøðingar halda at Brøndby skal keypa. Tó bendir lítið á, at Brøndby hevur gjørt nakað burturúr tí.
Hallur Hansson longdi í vetur sáttmálan við Vendysssel við tí vón, at felagið fór at flyta upp. Tó hevur gongdin verið avbera vánalig hjá felagnum í seinnu hálvu, og flytur ikki upp
Hallur Hansson hevur fleiri ferðir víst á, at hann ynskir at spæla í bestu deildini. Sum skilst, so verður skiftið kunngjørt seinni í dag.