Halt kjaft, hani!

Eftir nýggju reglugerðini mugu hanar ikki vera uttandura í Tvøroyrar kommunu millum klokkan 21 á kvøldi og 07 á morgni.

Tvøroyrar kommuna hevur fingið nýggja reglugerð fyri flogfenaðhald - ella húsdýrahald. Reglugerðin kann lesast á pdf-fíli umvegis heimasíðuna hjá kommununi - www.tvk.fo.

 

Í reglugerðini stendur eitt nú, at hanar mugu ikki vera uttandura millum klokkan 21 á kvøldi og 07 á morgni. Eisini eru ásetingar um at tryggja móti rottu. 

 

Nýggja reglugerðin varð samtykt á býráðsfundi 13. februar 2017 og er góðkend av Umhvørvisstovuni 8. mars 2017. Reglugerðin kom í gildi 15. mars 2017.