Hamas setir treytir fyri vápnahvíld

Hamas sýtir fyri at ganga við til eina vápnahvíld í Gazageiranum, sum ikki fær Ísrael at gevast við sínari krígsførslu.

 

Tíðindastovan AFP veit frá høgtstandandi limi í Hamas at siga, at felagsskapurin er ikki sinnaður at ganga við til eina vápnahvíld, sum ikki eisini fær ein enda á krígnum.

 

Ein sendinevnd hjá Hamas er í dag í egyptiska høvuðsstaðnum, Kairo, har samráðingar eru um vápnahvíld í Gazageiranum. Samráðingarfólk eru úr Egyptalandi, USA og Qatar.

 

Sambært AFP er Ísrael ikki við, men Ísrael hevur kortini verið við til at at seta saman uppskotið, sum liggur á borðinum. Væntandi halda samráðingarnar fram í morgin.

 

AP veit at siga, at uppskotið, sum er til umrøðu, leggur upp til eina vápnahvíld í Gazageiranum í stundini.

 

- Vápnahvíldin, sum skal vara í seks vikur, leggur eisini upp til, at Hamas letur leysar ísraelskar gíslar, leggur tíðindastovan aftrat.