Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.01.2018 (08:45)

Hamferð bjóðar av

- Følist, sum at verða grivin niður í eitt ella annað, sum fær ein at leita eftir meiningini og at finna tónleikaliga samleikan, skrivar Fríðálvur Jensen um nýggju útgávuna hjá Hamferð.

 

Tungmálmsbólkurin hevur í dag slept seinastu útgávu síni, Támsins Likam, og hevur hon fingið nógv góð ummæli, bæði í útlondum og her heima. Í Kvørnini í Kringvarpi Føroya fekk hon seks stjørnur frá øllum trimum ummælarunum, 666.

 

- Her uppliva vit Hamferð í einum búna, sum fær okkum at velja til ella frá, tí tað er ongin ivi um, at her krevur tað nakað av tí sum lurtar og skal velja, skrivar Fríðálvur Jensen, sum var ein av ummælarunum, sum gav fløguni seks stjørnur í Kvørnini.

 

- Mær dámar tungan rock og eg fái eina góða kenslu, tá tað harða og kontanta eisini kann fáa ein búna, sum gevur mær eina kenslu av eini ferð, sum Hamferð her hevur megnað og fingið upp í eina hægri eind. Onkur vil siga, at hetta er buldur og brak, men tað er eitt ella annað, hesir ungu menninir vilja siga okkum og eisini ein ætlan við, at hetta skal gerast í so djúpum, doomkendum metalli, sigur hann.

 

Hann sigur, at tekstirnir eru djúpir og kontantir og kunnu onkrastaðni virka brutalir, men kortini er okkurt ljós at hóma eisini

 

- Útgávan er tøkniliga væl frágingin, tí serliga merki eg eina djúpa og eisini klára ljóðmynd, har øll ljóðførini fáa sítt rætta pláss, skrivar hann.

 

Løgini á fløguni eru:

1.           Fylgisflog

2.           Stygd

3.           Tvístevndur meldur

4.           Frosthvarv

5.           Hon syndrast

6.           Vápn í anda

 

- Í sínum flokki er talan um eitt væl úr hondum greitt verk, tí talan er um tónleik, sum krevur nógv av tónleikaranum, framleiðaranum og øðrum, men sanniliga eisini áhoyraranum – 6 av 6 stjørnum, endurtekur Fríðálvur Jensen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her