fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 5.1m/s

Leita á in.fo

Annika Kunoy Im 12.08.2017 (19:15)

Handlarnir selja nógv tá festivalur er

Eitt so stórt tiltak sum Summarfestivalurin hevur ómetaliga stóran týdning fyri Klaksvíkina. Tað er positivt tá nógv fólk vitja býin og haldlarnir í býnum kenna ágóðan av tí, heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommuni.

 

 

- Vit vilja skapa upplivingar og stuðla upplivingar búskapi í kommununi. Millum annað hevur festivalurin stóran týdning fyri  handlarnar í býnum, sum selja nógv hesa vikuna, og tí er tað gott match millum mentan og vinnulív, sum jú er optimalt, sigur hann.   

 

 

Sjálvur hevur Jógvan Skorheim havt nógv fólk á vitjan í dag, og seinni í kvøld fer hann til móttøku í Posthúskjallarinum saman við sponsorum hjá festivalinum og býráðslimum. Eftir tað fer hann til konsert hjá Toto, sum er ein bólkur honum dámar væl, greiðir hann frá. 

 

 

Hann heldur, at vikan upp undir Summarfestivalin og sjálvur festivalurin hava riggað avbera gott í ár, hóast avbjóðingina við nógva regninum.

 

 

-Tað er deiligt at vera borgarstjóri, tá tað gingur væl og fólk gleða seg til sovorið sum hetta, sigur hann.